top of page
Cover.jpg

Endamál og visjón

Endamál okkara er, at varpa ljós á føroyskt teknmál, og gera tað meira sjónligt og atkomuligt hjá fleiri. Somuleiðis at geva fólki kunning og lætta atgongd til føroyskt teknmál og at samla vitan, upplýsing um føroyska teknmálið á einum stað.

close-up-person-teaching-how-communicate-through-sign-language.jpg
Ætlanin er:

  • at upplýsa føroyingum um føroyskt teknmál og samla vitan á einum stað 

  • at upplýsa, hvar tú kanst fáa undirvísing á teknmáli
    at veita undirvísing á kvøldskúla og á netinum
    at menna føroysks undirvísingartilfar til bæði einstaklingar og stovnar

  • at at upplýsa um hvørji rættindi deyv og fólk við hoyribreki hava

 

Í løtuni er eingin skipaður leistur og tískil meta vit, at tørvurin á hesum er sera stórur. Ynski er at hjálpa teimum, sum hava brúk fyri undirvísing, kunning og hjálp. Eisini somuleiðis at varpa ljós á føroyskt teknmál, sum heild.

„Hevur tú hug at hjálpa ella stuðla verkætlanini, ert tú meir enn vælkomin at flyta pening á kontu 9181-5540137“
Endamál og visjón

Tíðindi & kunning

UM TEKNMÁL

Tíðindi

TEKNMÁL

Teknmál er eitt mál eins og føroyskt. Munurin á teimum báðum er at talumál verður samskift við ljóði, meðan teknmál verður borið fram við rørslum, handa- og andlitsbrøgdum.

 

Teknmál er eitt sjálvstøðugt mál og hevur egna mállæru og ber egna mentan. Teknmál er ikki altjóðamál. Tað eru umleið líka nógv teknmál og talumál í heiminum.

5. juli 2017 var føroyskt teknmál viðurkent, sum alment føroyskt mál.

teknmal_orig.jpg
KOM OG LÆR TEKNMÁL

Her er yvirlit yvir hvar tú kanst fáa undirvísing og frálæru í teknmáli, tekn til talu og øðrum tænastum í hesum sambandi.

shutterstock_1293258052.jpg
HYGG & LÆR

Hygg og lær! Hevur tú hug at royna teknmál? Niðanfyri síggjast smá filmsbrot, har tú kanst læra teg. Eisini er møguligt at syngja á teknmálið. Minst til, brúka rørslur og andlitsbrøgd. So er lættari, at skilja teg :)

Samband

Samband

Meidfrid.jpg

Meifríð Weihe Hansen

meifrid@teknmal.fo | Tel. +298 219588 

 

Vinaliga skriva sms ístaðin fyri at ringja, tí eg eri teknmálsbrúkari

IMG_8646_1.jpg

Anna Simonsen

anna@teknmal.fo | Tel. +298 718192

bottom of page