Slóðir

Her eru slóðir til nakar síður sum kundu verið áhugaverdar hjá tær at vitja

Føroyskar síður

Deyvafelag Føroya er eitt áhugafelag, ið hevur til endamáls at samlað deyv í Føroyum, umframt at varpa ljós á og arbeiða fyri, at deyv fólk í Føroyum, hava somu rættindir sum hoyrandi fólk hava.

HOYR er eitt áhugafelag fyri fólk, ið hava niðursetta hoyrn, avvarandi og onnur áhugað í Føroyum. Felagið varpar ljós á tær avbjóðingar, ið fólk hava, til tess at bøta um tær. Felagið arbeiðir fyri, at umstøðurnar skulu vera so góðar sum gjørligt.

Teknmálstulkaðar sendingar, eru savnaðar á síðuni hjá KVF. 

Dagur & vika, umframt nakrar aðrar sjónvarpssendingar, verða teknmálstulkaðar eftir at tær eru sendar í Kringvarpinum

TEKNA veitir undirvísing og frálæru í teknmáli, tekn til talu og øðrum tænastum í hesum sambandi. Undirvísarar eru Edny Poulsen og Eyðgunn Hansen, ið báðar hava læraraútbúgving og útbúgvning sum teknmálstulkar.

Teknmálstulkatænastan er ein tænasta undir Almannaverkinum, sum veitir tulk til alt slag av samskifti, har deyv, hoyritarnað og hoyrandi møtast, og har almenn upplýsing og tiltøk fara fram.

SignWiki Føroyar er ein føroysk teknmálsorðabók, sum byrjaði sum ein partur av norðurlendskari verkætlan, saman við Íslandi og Noreg. Endamálið er, at samla inn tekn og geva fólki lætta atgongd til at læra føroyskt teknmál.