top of page
  • White YouTube Icon
  • White Facebook Icon
  • Instagram
Search

Altjóða vika teirra deyvu

Updated: Sep 22, 2021




20. - 26. September er altjóða vika teirra deyvu. Hesa vikuna viðurkenna fólk, um allan heimin, at deyv hava egið samfelag, serstaka mentan, og sítt egna mál, sum er felagsnevnarin í øllum, nevnliga teknmál.


Ásins evni fyri altjóða viku teirra deyvu er „Fejring af blomstrende døve fællesskaber“. Hyggja vit aftur í tíð, síggja vit at fleiri og fleiri tiltøk og feløg eru sett á stovn, sum hava verið við at styrkt og betra um umstøðurnar hjá teimum deyvu. Nú er tíðin at fagna øllum teimum, sum hava tikið lut og takka fyri treystleika í nærumhvørvinum og á altjóða pallinum.


Altjóða vika teirra deyvu, hevur stóran týdning, har vit viðurkenna deyv, teirra samfelag og yrkisfeløg.


Á heimasíðuni wfdeaf.org eru fleiri talgilt „webinar“ hesa vikuna, har tú kanst taka lut.





 
 
 

Comments


Teknmál logo-04.png

ÍVF TEKNMÁL 

Kráargøta 36

700 Klaksvík

teknmal@teknmal.fo

V-tal 656526

Fylg okkum á youtube, facebook ella instagram
  • YouTube
  • Facebook
  • Instagram

© 2021 ANNA & ANNAÐ

bottom of page