Kom á teknmálskafé á Torradøgum
- Anna Simonsen
- Feb 18
- 1 min read

Leygardagin 22. februar verður teknmálskafé í aulini á Skúlatrøð frá kl. 11-15.
Skráin
Verkætlan
Í løtuni skrivar Meifríð eina verkætlan saman við Castberggard (Deyvaháskúli í Danmark), Danske Døve Landsforbund og CEAR (Deyvateater í Svøríki). Verkætlanin er um, at styrkja vitan um teknmál, og kanna um teknmál er veksandi ella minkandi í Svøríki, Danmark og Føroyum.
Í tí sambandi verður teknmálskaféin tikin upp á film og ein journalistur fer at gera samrøður við ymisk fólk. Um tit eru nøkur, sum ikki ynkja at verða spurd og filmað, kunnu tit geva journalistinum boð.
Í kanningini verða øll sjálvandi anonym, og video-upptøkur verða beinar burtur seinni.






Comments