Mikudagin 24. apríl 2024 fingu næmingar á kvøldskúlanum við Løkin handað skeiðsváttan, fyri undirvísing í føroyskum teknmáli. Meifríð Weihe Hansen, sum hevur undirvíst teimum sigur at næmingarnir hava staðið seg avbera væl, og hon er ógvuliga errin av teimum.
Vit spurdu hvat tey hava fingið burturúr hendan veturin.
Joan Jakobsen, arbeiðir í móttøkuni á Runavíkar Kommunu:
Eg havi gingið í kvøldskúla til teknmál í vetur, mest av áhuga, men eisini tí eitt barn í familjuni brúkar tekn. Eg kendi lítið til teknmál áðrenn – dugdi bert nøkur orð. Og alfabet. Nú dugi eg nógv meir enn eg dugdi áðrenn, men eg tími væl at læra meir.
Jákup Petur Simonsen Saltangará, KT-fólk á flakavirki:
Eg meldaði meg til teknmál – saman við fleiri øðrum í familjuni – tí systurdóttirin ikki fær samskift nóg væl á talumáli. Kunnleikin til teknmál var rættiliga avmarkaður, men á hesum skeiðnum lærdu vit at samskifta við krops- og teknmáli, samstundis sum vit fingu innlit í deyvamentan.
Sunniva Berthelsen, Strendur. Lesið til námsfrøðingi og havið fólkaskúlalærara prógv frammanundan:
Eg havi gingið til teknmál kvøldskúla av áhuga og forvitni. Samstundis tað styrkir um mínar fakligu førleikar. Eg dugdi einki áðrenn, eg byrjaði. Nú havi eg fingið eina grundleggjandi vitan um teknmál og megni at siga fleiri orð og setningar við mimikki (andlitsbrøgdum) og kropsmáli. Harafturat eri eg blivin meira tilvitað, um tað tilfar vit hava á føroyskum og onnur amboð, ið eru tøk á netinum. Undirvísingin var orduliga góð og eg gleði meg at læra enn meira.
Elin Margreta Jacobsen, Norðragøta. Starvist sum námsfrøðingur í barnagarði:
Eg meldaði meg til teknmál av áhuga, og tí eg gjarna vil kunna samskifta við deyv, og onnur ið brúka tekn. Eg havi lært nógv, bæði tekn, deyvasøgu og týdningin av kropsmáli/mimikki.
Jovina Olsen, Saltangará, farmakonomlærlingur.
Havi leingi hildi at teknmál var spennandi og at tað skuldi verði nakað øll lærdu í fólkaskúlanum. Nú havi eg so fingið børn, harav eitt av teimum primert brúkar tekn at samskifta við. Á hesum skeiðnum havi eg lært nógv nýtt, og føli at eg nú havi lættari við at lesa og finna tilfar til at læra meg fleiri tekn. Vóni at tað verður bjóðað teknmál á kvøldskúlanum aftur næsta vetur.
(Var burturstødd tá skeiðsváttan var handað, so tí er ongin mynd av henni.)
Jónfríð Simonsen Hoyvík, fyritíðarpensjónistur
Eg teknaði meg til teknmál fyri at lætta um samskiftið við mína ommudóttur. Tað var ikki nógv eg visti um teknmál áðrenn hetta skeiðið, men nú havi eg lært nøkur tekn og fingið góð amboð, sum eg kann brúka til at samskifta við á teknmáli. Eg brúki nógv føroysku teknmálsorðabókina (SignWiki Føroyar), tá eg skal samskifta við ommudóttrina, og eg royni altíð at koma við einum nýggjum orði, tá ið eg síggi hana. Hetta var eitt gott og læruríkt skeið og eg vóni at tað verður bjóðað teknmál aftur í kvøldskúlanum við Løkin.
Tanja Napoleonsdóttir Olsen, Strendur. Verði liðug at lesa sjúkrarøktarfrøði í summar:
Eg havi nú í nógv ár havt áhuga fyri teknmáli, og er tað ikki fyrrenn nú, at eg havi tikið stigið at læra tað. Eisini ynski eg at hava henda førleikan, tá eg fari at starvast í Heilsuverkinum. Eg hevði sera avmarkaða vitan innan teknmál áðrenn og visti einki um deyvamentan ella støðuna í Føroyum. Nú kann eg seta lættar setningar saman og eri vorðin meiri tilvitað um mentan teirra deyvu sum heild. Eg gleði meg til at læra meiri av teknmáli og koma aftur í kvøldskúla.
Kristian Ragnarsson Knudsen Tórshavn, timburmaður:
Eg meldaði meg til teknmál – saman við fleiri øðrum í familjuni – tí systurdóttirin ikki fær samskift nóg væl á talumáli. Kunnleikin til teknmál var ikki sera stôrur, og á hesum skeiðnum lærdu vit at samskifta við krops- og teknmáli, samstundis sum vit fingu innlit í deyvamentan.
Tóra Sigtórsdóttir Johannessen, Æðuvík:
Eg meldaði meg til teknmál mest av áhuga, men eisini tí eg eri sjúkrarøktarfrøðilesandi, og haldi tað verða viðkomandi fyri mína útbúgving. Áðrenn eg byrjaði til kvøldskúla visti eg einki um teknmál ella hvussu tað man verða, at verða deyvur, men kann nú siga, at eg havi fingi nógva vitan innanfyri hettar økið.
Bjørg og Hans Kristian, luttóku eisini til nakað av undirvísingini, men fingu tíverri ikki luttikið til alt skeiðið. Tey vilja tó fegin greiða frá, hvat tey fingu burturúr.
Bjørg Olsen, Strendur. Eri námsfrøðingur, og arbeiði hjá Almannaverkinum við umsorganarsviknum børnum:
Høvuðsgrundin til at eg ynskti at læra teknmál var, at eg havi eina ommudóttir, sum ikki megnar, í nóg stóran mun enn, at samskifta við vanligum talumáli. Hon brúkar nógv tekn, og fyri at kunna skilja og samskifta við hana, ynskti eg at læra teknmál. Sjálvt um eg forsømt nógv, so havi eg lært nógv, og ynski at halda fram komandi vetur. Havi eisini kunna brúkt hetta í mínum dagliga arbeiði.
Hans Kristian Eyðunsson Hansen, Norðragøta Sjálvstøðugur 3d Animator, filmskapari, myndamaður og verkætlanar og umsitingarleiðari hjá ETV.
Hóast eg ikki megnaði at vera við øllum skeiðinum, vil eg skriva mína orsøk til at eg kom til teir fyrstu tímarnar og hví eg ynski at royna meg aftur. Eg havi systkinabørn, ið eru deyv og eg havi arga meg alt mítt lív at eg ikki havi duga at samskifta við teimum. Við teimum fáu tímunum, eg var við til hetta skeiðið, skilji eg fleiri ferðir meir enn áðrenn og vónandi kann eg megna at taka alt skeiði næstuferð.
Vit ynskja næmingunum hjartaliga til lukku og vóna at fleiri, saman við hesum, takað stigið at tekna seg til undirvísingina í føroyskum teknmáli næsta vetur.
Comentários