Vit takka hjartaliga fyri góðu undirtøkuna og stuðulin, sum var veittur okkum á Teknálskaféini á Torradøgum. Tað var gleðiligt at undirtøkan var so góð, og at so mong møttu og tóku lut.
Ein serlig tøkk ferð til Sólvit E. Nolsø, landsstýrismann í Almannamálum, og Karl H. Johansen, borgarstjóra, sum settu kaféina.
Eisini takka vit hjartaliga fyri fíggjarliga stuðulin, sum Klaksvíkar Kommuna, Dekksentrið, MBM, KBI, Kjølbro og Inn í Klaksvík veittu okkum. Uttan tykkum var hetta ikki møguligt. Somuleiðis takka vit fyri alla hjálp og vælvild, sum annars var veittur til dagin.
Hjartaliga takk fyri, og vóna at Teknmálskaféin verður aftur eina aðra ferð.
Niðanfyri sært tú, myndir frá Teknmálskaféini, sum Dávur Winther hevur tikið. Eisini kanst tú lesa hvat Dávur Winther, samskipari av Torradøgum, sjálvur skrivar um dagin.
Í dag var skipað fyri áhugaverdari og forvitnisligari teknmálskafé í nýggju miðhøllini á Skúlatrøð kl. 11 - 15. Tað vóru Felagið Teknmál og Teknmálskvøldskúlin í Klaksvík, sum skipaðu fyri.
Endamálið var at upplýsa og varpa ljós á føroykst teknmál. Tað var tó ikki - ALS IKKI neyðugt at duga teknmál framanundan, men tú fekst møguleikan at royna teg. Har lógu nøkur bløð við myndum av fiskum, so kundi tú scanna eina QR-kotu og fáa at vita hvussu teknmálið fyri hetta fiskaslagið var. Ymiskt leskiligt var til keyps í kaféini, so sum nýbakaðar vaflur, bollar og kakao, kaffe og te. Eisini bar til at ogna sær føroyska handstavraðið.
Gjøgnum dagin varð skipa fyri stuttum innsløgum um og á teknmálið. Onkur royndi seg í ókeypis fiskibrunninum og spøl til børnini.
Tað fyrsta sum var á skrá, ar at Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í Almannamálum, og Karl H. Johansen, borgarstjóri, settu kaféina. Síðani varð greitt frá, Hvat er teknmál? Ein søga á teknmáli, Sangir á teknmáli og Hví læri eg teknmál?
Borgarstjórin byrjaði røður sína á teknmáli, og tað dámdu teimum, sum bert hava teknmál at samskifta við. Tá ið røðurnar vóru liðnað, var klappað á teknmáli! Tað gert tú við at hava hendurnar upp í loft og vinka við opnum lógva – spreiddum fingrum.
Føroyskt teknmál var viðurkent, sum alment føroyskt mál 5. juli 2017. Munurin millum teknmál og talumál er, at talumál verður samskift við ljóði, ímeðan teknmál verður borið fram við rørslum, handa- og andlitsbrøgdum. Teknmál er eitt sjálvstøðugt mál og hevur egna mállæru og ber egna mentan. Teknmál er ikki altjóðamál. Tað undarliga er, at tað eru umleið líka nógv teknmál í heiminum, sum tað og talumál.
Ein áhugaverd og umráðandi TeknmálsCafé, sum vónandi verður aftur eina aðra ferð.
Eg fekk at vita í dag um teknmálskafé. Óført - hjartaliga tillukku við íverksetan, og góðan byr framyvir við Harrans ríku signing!
Vinarliga
Jan Tausen Zachariassen