Hetta er ein verkætlan, sum júst er byrja. Vit vóna at síðan verður væl móttikin og kann verða tykkum til hjálp.
Endamálið við síðuni, er at geva fólki kunning og lætta atgongd til føroyskt teknmál. Somuleiðis at samla vitan, upplýsing um føroyska teknmálið á einum stað.
Í løtuni er eingin skipaður leistur og tískil meta vit, at tørvurin á hesum er sera stórur. Ynski er at hjálpa teimum, sum hava brúk fyri undirvísing, kunning og hjálp. Eisini somuleiðis at varpa ljós á føroyka teknmálið, sum heild.
Í næstum verður fari til Danmarkar á teknmálsfestival. Á hesum túrið fara vit eisini at vitja virkir, stovnar og skúlar. Hetta er fyri, at vit kunnu samla so nógva vitan, sum gjørligt, sum vit so kunnu brúka í okkara arbeiðið.
So hevur tú hug at hjálpa ella stuðla verkætlanini, ert tú meir enn vælkomin!
Ætlanin er:
at upplýsa føroyingum um føroykst teknmál
at samla so nógva vitan um teknmálið á einum stað
at upplýsa, hvar tú kanst fáa undirvísing á teknmáli
at veita undirvísing á kvøldskúla og á netinum
at menna føroykst undirvísingartilfar til bæði einstaklingar og stovnar
Við vón um góða undirtøku
Anna og Meifríð
Comments