top of page
  • White YouTube Icon
  • White Facebook Icon
  • Instagram
Search

ÍVF Teknmál stovnað

Vit báðar, Anna og Meifríð, fegnast um, at ÍVF Teknmál, nú er sett á stovn. Tað eru vit báðar, sum eiga og reka felagið.



Endamál felagsins er at reka virksemi, ið veitir kunning og hjálparamboð í sambandi við teknmál, og annað starv í hesum sambandi. Í øðrum orðum at geva fólki kunning og lætta atgongd til føroyskt teknmál. Somuleiðis at samla vitan, upplýsing um føroyska teknmálið á einum stað.


Vit eru farnar undir at fyrireika okkum til ymiskar verkætlanir og vóna at røkka teimum málum vit hava sett okkum.


Hevur tú hug at hjálpa ella stuðla verkætlanini, ert tú meir enn vælkomin. Allur stuðul og hjálp er kærkomin!


Anna og Meifríð


 
 
 

Comentarios


Teknmál logo-04.png

ÍVF TEKNMÁL 

Kráargøta 36

700 Klaksvík

teknmal@teknmal.fo

V-tal 656526

Fylg okkum á youtube, facebook ella instagram
  • YouTube
  • Facebook
  • Instagram

© 2021 ANNA & ANNAÐ

bottom of page