SKEIÐSYVIRLIT

TEKNMÁL
VÁGS KVØLDSKÚLI
Vágs skúli, Veturin 2025
Kundi tú hugsa tær at lært at samskift við tey, sum hava trupult við at hoyra? Ella hevur tú sjálv/ur hoyritrupulleikar og vilt læra teknmál? Vágs kvøldskúli bjóðar frálæru í teknmáli.
Mánadag kl. 21:00-22:00
Zoom við møguleika
at møta fysiskt
Byrjar mánadagin 27. jan.
Undirvísari: Meifríð W. Hansen
Kostnaður: Ókeypis

FØROYKST TEKNMÁL
RUNAVÍKAR KVØLDSKÚLI
Skúlin við Løkin,
veturin 2024-2025
Skeiðið vendir sær til námsfrøðingar, lærarar, heilsustarvsfólk og avvarandi. Øll eru vælkomin!
Tilmelding á kurk.fo
Mikudag 19:00 - 21:00
Tíðarskeið:
23. okt. 2024 - 24. mars 2025
Undirvísari: Meifríð W. Hansen
Kostnaður: 500 kr

TEKNMÁL 1
Nýbyrjarar
KLAKSVÍKAR KVØLDSKÚLI
Skúlatrøð, veturin 2024-2025
Skeiðið vendir sær til námsfrøðingar, lærarar, heilsustarvsfólk og avvarandi. Øll eru vælkomin!
Tilmelding á kks.fo
Skeiðið verður hildið yvir nøkur vikuskiftir í vetur.
Tvs hóskvøld, fríggjakvøld
og leygardag.
Byrjar eftir avtalu.
Undirvísari: Meifríð W. Hansen
Kostnaður: 100 kr

TEKNMÁL 2
Framhald
KLAKSVÍKAR KVØLDSKÚLI
Skúlatrøð, veturin 2024-2025
Skeiðið vendir sær til námsfrøðingar, lærarar, heilsustarvsfólk og avvarandi. Øll eru vælkomin!
Tilmelding á kks.fo
Skeiðið verður hildið yvir nøkur vikuskiftir í vetur.
Tvs hóskvøld, fríggjakvøld
og leygardag.
Byrjar eftir avtalu.
Undirvísari: Meifríð W. Hansen
Kostnaður: 100 kr

TEKNA
veitir undirvísing í teknmáli, tekn til talu og øðrum tænastum í hesum sambandi.
Meira kunning á www.vittekna.fo
Undirvísarar: Edny Poulsen
og Eyðgunn Hansen
FYRILESTUR?
Vit bjóða fyrilestrar í samband við fundir, átøk og o.a. Hevur tú spurningar, ella ynskir tú at frætta nærri um hetta set teg endiliga í samband við okkum.
Meifríð W. Hansen
meifrid@teknmal.fo
SMS til tel. +298 219588

Kom og lær teknmál
Málbólkurin til at læra teknmál, er stórur. Tað eru ikki einans deyv ella tey við niðursettari hoyrn, sum brúka teknmál. Nei, eisini tey við samskiftistrupulleikum, fólk, ið hava Down Syndrom, eru heilaskødd, eru sein ment, ella eru rakt av blóðproppi, stamarir o.fl.
Eisini avvarandi, familja og vinir kunnu læra teknmál.
Teknmál er fyri øll :)
Eitt sindur um Meifríð
Meifríð Weihe Hansen er úr Havn og er gift við Mahendran Subramaniam.
Hon er sera tunghoyrd, men sum barn hoyrdi hon betri. Hon megnar at samskifta við at tosa talimálið sjálv, tí hon minnist sum barn, hvussu hon plagdi at tosa. Í dag er hon nærum deyv og má hava teknmálstulk at tulka talimálið til teknmál, fyri at skilja talumálið, sum hon ikki hoyrir so væl í dag.
Meifríð er limur í Málráðnum eftir tilmæli frá landsstýrismanninum. Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Málráðið skal harumframt serskilt røkja, menna og verja føroyska teknmálið.
Í 2004 byrjaði hon at hava frálæru í teknmáli.
