top of page
Search

Gott nýggjár



Eitt sindur um brátt farna árið:

24. mars vóru Facebook, Instagram og Youtube-kanal til Teknmál stovnað. 6. september var heimasíðan teknmal.fo almannakunngjørd. Endamálið við heimasíðuni og sosialu vangunum, er at geva fólki kunning og lætta atgongd til føroyskt teknmál. Somuleiðis at samla vitan, upplýsing um føroyska teknmálið á einum stað.


23. september á altjóða teknmálsdegnum, fóru vit á spennandi kunningarferð til Danmarkar um teknmál. Á ferðini vitjaðu vit:


Materialecentret i Aalborg

Peter Børgaard tók so væl ímótið okkum og greiddi okkum frá. Vit vitjaðu prentsmiðjuna, skrivstovurnar og fingu frágreiðing um tilfar tey geva út - bæði sum bøkur og app. Materialecentret er einasta forlag í Danmark, sum hevur serútbúgving innan niðursetta hoyrn, deyvblind og tekn til talu. Høvuðsuppgávan hjá teimum er, at framleiða undirvísingar- , kunningar- og leiðbeiningartilfar til hesar tríggjar bólkarnar. Tilfari fevnir vítt. Alt frá smábarnabókum til lærubøkur. Eisini nógv talgilt tilfar, verður framleitt bæði til heimasíður og app. Ein lítil forsmakkur, er at síggja á myndunum, men vit vóna, at fáa okkurt á hesum umsett til føroykst.



Teknmálsfestivalur á Castberggård

Á hvørjum árið verður skipa fyri Teknmálsfestivalið í Danmark. Í ár luttóku vit báðar, og vit vilja tilmæla fleiri at luttaka næsta ár. Tað er so nógv tú kanst taka lut í, ymiskir fyrilestrar, persónligar søgur, kreativar verkstovur, prát, spæl, hugni, ymiskar ítróttargreinar, kappingar…osfr. Alt er á teknmálið, men tað eru tolkar á staðnum, sum umseta til talumál, um tú ynskir tað.





Á kunningarferðini vóru vit eisini á vitjan á Langelinieskúlanum, Døvefilm og Egebækhus (Ellisheim fyri deyv) , DDL (Danske Døves Landsforbund) og til Gokart kapping við Ian Andersen.

Alt í alt, var hetta ein gevandi og spennandi ferð.




Jólakalendarin

Hvønn dag í desember hava vit lati lúkuna á jólakalendaranum hjá Deyvafelag Føroya upp. Vit hava deilt sangir og onnur filmsbrot við teknmáli, øll eru tøk á youtube, so tú kanst enn læra teg nøkur tekn :)




CODA og Røð um deyv í Føroyum

Eisini gleðast vit um, at filmurin CODA var sýndur bæði í Havnar bio og Atlantis. Eisini um røðina, sum Døvefilm hevur framleitt um Føroyar og deyv í Føroyum. 5 av 6 pørtum eru sýndir, so nú bíða vit í spenningini eftir seinasta parti. Allir partarnir eru sýndir á DR og døvefilm og liggja eisini í sjalagoymslini hjá okkum. Ynskiligt er, at teir komu í KVF, men hvør veit, hvat framtíðin hevur at bjóða.


Vit takka fyri brátt farna árið við ynskjum um eitt gott, eydnuberandi og meira visuelt nýggjár :)

Anna og Meifríð




118 views0 comments
bottom of page