top of page
Search

Hvussu samskifta vit, tá onkur hevur torført við at hoyra, tosa ella skilja?

Hetta verður evnið á tiltaki 9. apríl kl. 19:30 á Skúlatrøð (í gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð)




Vit hoyra persónligar frágreiðingar, um hvussu eitt nú teknmál stuðlar undir og hjálpir í samskifti, og yrkisfólk í serøkinum greiða frá.


Millum tey sum taka lut eru:

Hansa Askham og Mariann Christiansen, ið siga frá persónligum royndum við truplum samskifti.

Anna Simonsen, sum er mamma at barni við samskiftisavbjóðingum, Anna Maria á Lakjuni, lærari á Skúlatrøð og Sylvia Isaksen, Jona Norðoy og Frida Joensen, sum allar arbeiða í Barnahúsinum Margit.


Øll eru vælkomin!


Eisini verður sangframførsla og okkurt søtt aftur við til kaffi. Tiltakið verður teknmálstulkað.


Asla H. Rasmussen avvarandi, hevur samskipað tiltakið, og KSS hevur stuðlað.




8 views0 comments
bottom of page