top of page
Search

Les ella hoyr røðuna hjá Karl H. Johansen á Teknmálscaféini

Borgarstjórin í Klaksvík, Karl H. Johansen byrjaði røðu sína við at bjóða vælkomin á teknmáli og takkaði fyri innbjóðingina.

Myndir: Dávur Winther


Niðanfyri kanst tú lesa røðuna hjá Karl H. Johansen, borgarstjóra, tá ið hann setti Teknmálskaféina leygardagin á torradøgunum.


Um tú heldur vilt lurta, ber til at hoyra røðuna í filmsbrotinum á facebooksíðuni - Lurta her!



Góðu tit øll !

Eg hevði eitt ynski til hesa løtuna, og tað var, at eg virðiliga kundi takka fyri innbjóðingina. Á teknmáli.


Eg ætlaði at byrja við at fortelja tykkum eitt sindur um mínar upplivingar, har eg havi verið saman við fólki, sum hava havt tørv á at kunna samskifta á teknmáli.

Systirdóttir konu mína hevur niðursetta hoyrn og hevur tí altíð havt tørv á at kunna samskifta á teknmáli. Elsta dóttir okkara, Annika, og hon eru nakað javngamlar og spældu ofta saman sum børn. Eg haldi ikki, at eg gav mær stórvegis tankar um, at tær høvdu avbjóðingar. Annika legði seg eftir teknmálinum og hava tær av somu orsøk altíð samskift væl.

Men tá eg var biðin um at siga nøkur orð í hesum sambandi, so hugsaði eg við mær sjálvum, at eg sjálvur havi ikki gjørt mær stórvegis ómak við at læra teknmál.

Hví ikki? Ja, eg veit ikki. Nokk havi eg ikki lagt meg eftir tí, og kanska havi eg kent ov lítið til møguleikan at læra tað.


Tí má eg siga, at eg eri ómetaliga glaður um at kunna luttaka til hetta tiltakið, har ljós verður varpað á evnið.

Vit kenna uttan iva øll onkran, sum hevur tørv á teknmáli ella tekn til talu, men ofta eru tað bert tey í nærumhvørvinum, sum læra seg hetta.

Tí var tað ótrúliga stuttligt at síggja Dagur og viku, sum hevði eitt innslag úr barnagarðinum í Vestmanna, har øll børnini brúkti tekn til talu, tá ið tey høvdu felagssamling.

At síggja ein heilan bólk tillaga seg støðuna hjá einum barni, tað rørdi meg. Nokk er tað tí, at tað gera vit ikki í nóg stóran mun.



Tað at vera deyvur er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Deyvafelagið hevur nógv ár á baki og hava tey sama við øðrum gjørt eitt gott arbeiði á økinum. Nú hava vit so eisini fingið eitt nýtt felag, sum hevur sett sær sum endamál at geva fólki kunning og lætta atgongd til føroyskt teknmál.

Somuleiðis ynskja tey at samla vitan og upplýsing um føroyska teknmálið á einum stað.

Tað haldi eg ljóðar ógvuliga skilagott, tí er tað nakað man blíva ørkymlaður av, tá ið lívsstøðan broytist, við t.d. at man fær niðursetta hoyrn, so er tað at skula út at leita eftir hjálp, tí tað er heldur ikki altíð, at man er fult greiðir yvir, hvat fyri hjálp man hevur brúk fyri.


Góðu Anna og Meifríð!

Takk fyri tykkara íkast til hetta økið, sum vónandi frameftir kann fáa meira rúmd. Við tykkara arbeiði, sum tit gera saman við øðrum á økinum, so er tað mín vón, at fleiri ogna sær kunnleika til teknmál. Kanska eg sjálvur eisini.

Tí eg má siga, at tá ið vit vóru til føðingardagar, har fleiri við niðursettari hoyrn luttøku, so var eg ofta nokk so øvundsjúkur, tá tey um køkuborðið knappliga brustu í látur. Tá var tað onkur, sum á teknmáli hevði fortalt eina góða.

Enn einaferð vil eg takk fyri innbjóðinga og ynskja tykkum øllum ein hugnaligan dag og blíðan byr við arbeiðinum.

Takk fyri.



34 views0 comments

Comments


bottom of page