top of page
Search

MEGD 40 ár

Kom og ver við at hátíðarhalda 40 ára stovningardagom hjá MEGD fríggjadagin 22. oktober frá kl. 12, tá ið dyrnar lata upp, til umleið kl. 15.30. Hátíðarhaldið verður teknmálstulkað.


Øll eru vælkomin og tó er neyðugt at tekna seg her: nlh.fo.



Skrá:

Kl. 12.45 Limafeløgini hava bás í forhøllini Kl. 13.10 Ringir inn í høllina Kl. 13.15 MEGD bjóðar vælkomin, Tóra við Keldu Kl. 13.25 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna Kl. 13.30 Jónvør Christiansen – Hvat er hent seinastu árini, og hvat er tørvur á nú

Kl. 13.45 Steðgur – kaffi og Gómagott saman við limafeløgunum

Kl. 14.10 Vælkomin aftur Kl. 14.20 Loppurnar – tónleikur og rørsla KL.14.30 Anne Mette Greve Klemensen – Menniskjasýni og hugburður Kl. 14.40 Snorri Brend – bókaframløga Kl. 14.55 Øll, ið eru við í bókini, fáa fyrstu eintøkini og rósu Kl. 15.20 Takk fyri í dag

Snorri Brend signerar í forhøllini og limafeløgini eru í forhøllini



MEGD skrivar:

Í ár eru 40 ár liðin, síðani føroyska meginfelagið á brekøkinum varð stovnað. Mong hava verið við at myndað felagið og sigast má, at umstøðurnar í Føroyum hjá fólki, ið bera brek, eru nógv broyttar hesi árini.


Í 2009 var ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, einmælt viðurkendur á Føroya Løgtingi. Hetta var eitt stórt framstig, tí sáttmálin vísir veg til eitt betri samfelag fyri øll. MEGD sendi síðani - vegna limafeløgini - í 2014 ST skuggafrágreiðing um viðurskifti á brekøkinum, ið enn ikki eru í tráð við sáttmálan. Í 2019 var evnislisti sendur ST sum eitt slag av framhaldi av fyrru frágreiðingini. Her vóru nøkur afturvendandi evni og onnur evni vóru nýggj.


Hetta arbeiðið hevur verið við til at gera tørvin ítøkiligan og lættari at seta orð á.

Við støði í sáttmálanum og frágreiðingunum arbeiðir MEGD framvegis brekpolitiskt innan øll samfelagsviðurskifti fyri, at í Føroyum skal vera gott hjá fólki, ið bera brek, at búgva, og harvið virkar MEGD fyri áhugamálum teirra, ið bera brek og limafeløgum teirra.


40 ára stovningardagurin er tí ein stórur dagur og verður hátíðarhildin við bókaútgávu. Í bókini Vit liva og virka eru 24 persónligar søgur úr teimum 24 limafeløgunum. Tað er Snorri Brend, sum hevur gjørt samrøðurnar og hevur skrivað. Myndirnar í bókini hevur Jens Kristian Vang tikið.

Søgurnar lýsa millum mangt annað, hvussu tað er at liva og virka í Føroyum og samstundis, at vit á brekøkinum seinastu árini hava upplivað vælkomna hugburðsbroyting, hóast nakað enn er á mál.

Nýggja MEGD-blaðið verður sama dag tøkt og har verður hugburður um brek viðgjørdur úr ymiskum sjónarhornum. Vit vita, at hugburður hevur týdning fyri lívsgóðsku og at fordómar køva. Sjálvt grundarlagið undir ST-sáttmálanum er bygt á hesa sannroynd. Tí skulu Føroyar økja tilvitskuna um, hvat fólk, ið bera brek, eru før fyri og kunnu geva, tí brek er eitt hugtak í áhaldandi broyting.


Tað er okkara vón, at bæði bók og blað, saman við framløgum, hugleiðingum, framførslu og tónleiki kunnu vera við til at lata eyguni upp fyri, at tað er saman, at vit vísa megd.

Ver vælkomin saman við MEGD og limafeløgunum at hátíðarhalda 40 ára stovningardagin fríggjadagin 22. oktober.


Vit gleða okkum til dagin og vóna, at Norðurlandahúsið verður fullsett. Dyrnar lata upp kl. 12. Tá bjóða limafeløgini til kunning og prát úti í forhøllini. Skráin í høllini byrjar kl. 13 og endar um 15.30 tíðina.

13 views0 comments
bottom of page