Search

Vælkomin á Teknmálskafé á Torradøgunum



Leygardagin 26. februar kl. 11-15 skipar felagið Teknmál og teknmálskvøldskúlin fyri forvitnisligari teknmálskafé í nýggju miðhøllini á Skúlatrøð.


Endamálið er upplýsa og varpa ljós á føroykst teknmál. Tað er ikki ALS IKKI neyðugt at duga teknmál framanundan, men tú fært møguleikan at royna teg, um tú hevur hug.


Ymiskt leskiligt er til keyps í kaféini, so sum nýbakaðar vaflur, bollar og kakao, kaffe og te. Eisini hevur tú møguleika at ogna tær føroyska handstavraðið.


Gjøgnum dagin verður skipa fyri stuttum innsløgum um og á teknmálið. Eisini er ókeypis fiskibrunnur og spøl til børnini.


Skrá

Kl. 11.00 - Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, og Karl H. Johansen, borgarstjóri, seta kaféina

Kl. 11.30 - Hvat er teknmál?

Kl. 13.00 - Søga á teknmáli

Kl. 13:30 - Sangir á teknmáli

Kl. 14:30 - Hví læri eg teknmál?


Føroyskt teknmál var viðurkent, sum alment føroyskt mál 5. juli 2017. Munurin millum teknmál og talumál er, attalumál verður samskift við ljóði, ímeðan teknmál verður borið fram við rørslum, handa- og andlitsbrøgdum. Teknmál er eitt sjálvstøðugt mál og hevur egna mállæru og ber egna mentan.


Teknmál er ikki altjóðamál. Tað undarliga er, at tað eru umleið líka nógv teknmál heiminum, sum tað og talumál.


Øll eru hjartaliga vælkomin. Allur ágóði av søluni fer til arbeiðið við føroyskum tilfari á teknmáli

80 views0 comments

Recent Posts

See All